Matarskráin fyri viku 46
Sí matarskránna her
Mikudagin, hósdagin og fríggjadagin fara 1. – 6. flokkarnir at hyggja nærri at Føroyum. Vit í matarskipanini hava tí í ein ávísan mun lagt okkum eftir, at matarlepin mikudagin og hósdagin gagnnýtir fleiri stuttfluttar og føroyskar rávørur.
Mikudagin
Mikudagin borðreiða vit við einum nýbakaðum pestosnurli, har vit tilevna eitt heimagjørt pesto við frískum basilikum frá vakstrarhúsinum í Kvívík.
Afturat fáa øll eina klementin, sum tó ikki er úr Føroyum ella nærumhvørvinum, men er heilsugóð og eftir árstíð.
Hósdagin
Hósdagin borðreiða vit við grønmetisfrikadellum, har nakað av grønmetinum er úr føroysku veltinum á Sandi og í Dímun, so sum gularótin og kálrótin. Sum snaks verða frískar føroyskar gularøtur av Sandi og innflutt blómkál, sum tó eisini kann vaksa í Føroyum.
Harafturat verður borðreitt við eini heimagjørdari urtasós/dip við føroyskum mjólkarúrdrátti og ymiskum urtum; basilikum úr Kvívík, innflutta persillu, várleyk og purleyk, men aftur her, kunnu urtir vaksa í Føroyum.