Vit vitja á Veðurstovuni

7. november 2024

Vit vitja føroysku veðurstovuna úti í Sjónám

 

Veðrið er nakað, sum vit øll liva við og mugu laga okkum eftir hvønn dag, men tað er ein stórur partur av okkum, sum ikki veit, hvat tað er, sum avger veðrið, og hvussu tað verður lisið. Tí tóku vit væl ímóti tilboðnum frá veðurfrøðingunum, tá teir bjóðaðu okkum at koma at vitja veðurstovuna, sum hevur hølir á Sjónám og fáa meira at vita um veðrið og veðurstovu Føroya.

 

6. flokkur hevur nú verið og vitjað veðurstovuna, sum er úti í Sjónám. Hanus Kjølbro og Turið Laksá tóku ímóti okkum og vístu okkum inn í eina skúlastovu, har tey greiddu okkum frá ymiskum um veðurstovuna og um, hvussu veðurfrøðingarnir gera veðurtíðindini, sum vit fáa hvønn dag.

 

Vit lærdu um, hvat veðurfrøðingarnir hyggja eftir, hvussu veðurtíðindini verða gjørd, hvørji hugtøk verða brúkt fyri at lýsa veðrið, og hvat hugtøkini merkja. Til dømis merkir frískt lot til frískur vindur, 5 – 10 m/s, og samdrigið merkir, at skýggini er heil og ongastaðni sæst upp ígjøgnum.

 

Hvønn dag kl. 11 føroyska tíð verða 1800 ballónir sendar upp kring allan heim. Av tí at veðurballónin í Føroyum verður slept upp úr einari veðurbingju í Havn, so sóu vit ein film, sum vísti, tá ballónin fór á flog. Ballónin hevur ein sendara á sær, sum sendir upplýsingar til veðurstovuna um veðrið. Ballónin kann fara 20-25 km upp, áðrenn hon brestir.

 

Vit lærdu at gera eina observatión ella eina kanning av veðrinum og skriva lýsingina av veðrinum ta løtuna. Her fóru vit útum og mettu um, hvagani lotið ella vindurin kom, og við lítla vindmátaranum, sum næmingarnir sluppu at royna, sóu vit, hvussu nógvur vindur var.

Tá vit nú høvdu lært veðurhugtøkini, kundu vit skriva, hvussu veðrið var hesa løtuna. Tá flokkarnir vitjaðu veðurstovuna í bólkum, var veðrið ikki tað sama hjá øllum. Her hava vit tvær lýsingar:

 

 “Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, samdrigið og turt”

 

“ Frískur vindur upp í ein strúk sunnan, 8-13 m/s, skýggjað og turt”

 

Tá vit høvdu gjørt kanningina og skrivað veðrið niður, vístu tey okkum inn í hølið, har veðrið til Kvf verður tikið upp og greiddu okkum frá arbeiðsgongdini har.

 

Tað var ein uppliving at síggja, hvar veðurfrøðingarnir arbeiða, hvussu teir gera veðurtíðindi og forsagnir, og hvussu teir arbeiða fyri at fáa veðurtíðindini út til okkum. Stuttligt var eisini, at vit sluppu at gera eina kanning sjálvi.

Nú hava vit ikki einans sæð veðurfrøðingarnar á skerminum, men hava verið saman við teimum í veruleikanum, og teir hava víst okkum, hvussu teirra arbeiðsdagur er.

 

Vit takka veðurfrøðingunum Hanusi Kjølbro og Turið Laksá fyri eina sera áhugaverda og læruríka vitjan, har vit nú vita nógv meir um veðurstovuna og um veðrið.