Vunnu 1. pláss og steyp í First Lego League
Leygardagin var Skúlin á Fløtum karmur um First Lego League, har 24 lið luttóku.
Evnið í ár var Submerged. Undir vatnskorpuni. Skúlatrøð hevði tvey lið við til kappingina.
First Lego League er ein altjóða kapping, har endamálið er at fáa børn og ung at arbeiða vísindaliga og tøkniliga fyri at kveikja teirra áhuga at gerast verkfrøðingar, granskarar og læra seg at loysa trupulleikar.
Allan dagin vóru næmingarnir saman, og liðini kappaðust í robottkoyringini, sum er tann tøkniligi parturin. Næmingarnir høvdu framløgu av síni verkætlan, sum er tann vísindaligi parturin, og so skuldu teir marknaðarføra sítt hugskot, har teir á sínum bási fingu vitjan av dómarum, sum komu at hyggja eftir, hvat teir høvdu at vísa, og hvat teir høvdu at siga.
Og síðst, men ikki minst, so vildu dómararnir eisini síggja gjøgnum dagin, hvussu væl liðini dugdu at samstarva og stuðla hvørjum øðrum.
Annað liðið á Skúlatrøð, Havboblurnar, vunnu 1.pláss í kjarnuvirðum. Hendan heiður vann liðið fyri m.a. at hava eitt gott, nýtt/ nýskapandi hugskot. Nakað, sum verjir sjólívið, og eitt hugskot har tær hava hugsað at gera nakað fyri øll.
Hitt liðið, Teir lodnu skeggtararnir, vunnu eitt steyp, sum ikki verður latið hvørt ár. Hetta steypið vann liðið fyri sítt ágrýtni. Hóast fleiri trupulleikar og forðingar á vegnum, so gjørdu næmingarnir sítt besta gjøgnum allan dagin.
Ein sera góður, spennandi og kveikjandi dagur.
Vit á Skúlatrøð eru errin av liðum, sum umboðaðu okkara skúla og ynskja teimum hjartaliga til lukku við heiðrinum.