Undranardagar 2024
Í seinastu viku høvdu vit Undranardagar
Endamálið við undranardøgunum er at undrast um ávís evni, og í ár var evnið Føroyar og Norðoyggjar.
Nøkur mál vóru eisini sett við endan av undranardøgunum og tey vóru millum annað, at næmingarnir skuldu duga allar oyggjarnar uttanat, at kenna nærumhvørvið betur, allar bygdirnar í Norðoyggjum, fjøllini rundan um Klaksvíkina, samferðsluna millum oyggjarnar, søgu, sagnir og mentan til ávísar bygdir og listarfólk.
Skúlastjórin Jónleif Johannesen hevði fyrsta dagin eitt upplegg um, hvussu Føroyar vóru blivnar til, og næsta dagin hugleiddi Jórun Høgnesen eitt sindur um ymsu býlingarnar í Klaksvík.
Arbeitt var ymiskt alt eftir árgangi. Øll arbeiddu við at seta navn á bygdir og oyggjar, og eldru flokkarnir gjørdu eisini framløgu, har teir valdu eina ávísa oyggj at arbeiða við og greiða hinum í flokkinum frá.
Vit hava fingið nakrar myndir úr 1. A, har vit síggja, hvussu tey hava arbeitt og nágreiniliga skriva nøvnini á bygdunum. Tey hava eisini lært eina ramsu um Norðoyggjar, har tey so eisini hava teknað myndir til. Ein stuttligt ramsa, sum ljóðar:
"Kallur og kona sótu við borð av viði og ótu svín og fugl."
Vit hava havt tríggjar góðar og læruríkar dagar um Føroyar - Norðoyggjar.
Børnini hava verið sera hugagóð og arbeiðssom.
Á myndunum síggja tit ein lítlan part av tí, vit hava arbeitt við.