Barnarættindadagur 20. novembur

20. november 2024

Skúlin setti ljós á barnarættindi

 

Í dag er Altjóða barnarættindadagur, og tað gjørdi skúlin nakað burturúr til morgunsangin í morgun.

 

Í Barnarættindasáttmálanum eru týdningarmiklar reglur um rættindi hjá børnum. Barnarættindasáttmálin er galdandi fyri øll børn og ung undir 18 ár uttan mun til kyn, húðalit, mentan ella átrúnað.

Vit fagna Barnarættindasáttmálanum, og tí varð Merkið koyrt í fulla stong í morgun.

 

Allir næmingar í grunddeild og miðdeild og ein partur av hádeild vóru samlaðir í miðhøllini, so har var stúgvandi fult av børnum og ungum.

 

Skúlastjórin Jónleif Johannesen hevði eitt upplegg um barnarættindasáttmálan, har hann vísti okkum á sáttmálan, sum liggur á heimasíðuni hjá www.lum.fo 

Hann dró børnini við í uppleggið, tá hann setti teimum konkretar spurningar, sum snúðu seg antin um, hvat børn hava rættindi til, ella hvat bara er gott at hava. Her vóru børnini á heilt góðari leið og vístu, at tey eru upplýst um, hvat børn hava rætt til fyri at hava eitt gott lív.

 

Tær fýra høvuðsreglurnar í Barnarættindasáttmálanum eru:

  1. Børn hava rættindi uttan mun til, hvussu tey síggja út, hvat tey trúgva uppá, og hvaðan tey koma.
  2. Vaksin skulu gera tað, sum er best fyri børn.
  3. Børn hava rætt til at liva. Landið, sum barnið býr í, skal hjálpa barninum at hava eitt gott lív.

  4. Børn hava rætt til at hava sína egnu meining, og hana skulu tey vaksnu virða.
     

Reglurnar í Barnarættindasáttmálanum skulu altíð verða lisnar saman við teimum fýra høvuðsreglunum.

 

 

Á heimasíðuni hjá løgtingsins umboðsmanni liggur barnarættindasáttmálin, og lætt er at lesa og finna spurningar og svar.

 

Um tú ivast í, hvat er Barnarættindasáttmálin, hvønn hann fevnir um, hvør hevur givið okkum barnarættindi, hví børn skulu hava rættindi, hvussu barnarættindini vóru í gomlum døgum, hvussu tað hevði verið, um vit ikki høvdu barnarættindi, um vit hava ábyrgd fyri øðrum, tá vit brúka okkara rættindi, hvørjar tær fýra høvuðsreglurnar í barnarættindasáttmálanum eru, hvat tað merkir, at børn hava rætt at siga sína hugsan, hvussu barnarættindini eru í fátækum londum, hvønn børn kunnu venda sær til, um teimum tørva hjálp, ella hvønn børn kunnu klaga til, um tey ikki halda seg vera rætt viðfarin av myndugleikunum, ja, so finnur tú svar uppá allar hesar spurningar á hesari slóðini

 

 

Á heimasíðuni hjá Snar.fo er eisini ein rúgva av góðum tilfari í samband við Barnarættindi og Barnarættindasáttmálan og hana finnur tú her

 

Hetta var ein upplýsandi og góð morgunløta, sum byrjaði við tí góða regluliga morgunsanginum við sálmum og bønini Faðir vár.