Tað er um sólarris, og vit lesa Eldgos

27. november 2024

Sólarris  - vit lesa Eldgos

 

Norðurlendsk bókmentavika hevur verið, og upplesturin fyri børn er fyrst á morgni, um sólarris.

 

Samskipanarbólkurin fyri Norðurlendsku bókmentavikuna, ið er mannaður við umboðum úr øllum Norðurlondum og teimum sjálvstýrandi økjunum, velur evni og bøkur.

 

Myndabókin Eldgos vann Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2023 og varð vald til upplesturin til bókmentavikuna 2024.  

 

Tá Norðurlendska bókmentavikan fagnar merkisdagin fyri íslendskum sjálvstýri í 2024, fara vit við bussi saman við Kaktusi í Eldgos. Kaktus er alt annað enn hugtikin av túrinum, men dagurin fær eina óvæntaða vend.

 

Tað er altíð triði flokkur, sum verður bjóðaður á bókasavnið til Norðurlendska bókmentaviku. Triði flokkur hevur nú verið á bókasavninum og hoyrt søguna um Kaktus, sum fer til arbeiðis við mammu síni, sum er ferðaleiðari. Tey fáa ein góðan túr og uppliva eldgos.

 

Bókin er full í myndum við nógvum smálutum, so har er rættiliga nógv at tosa um.

 

Hetta var ein góð morgunløta í sólarrisi við lurtandi oyrum, hugtiknum eygum og undrandi spurningum frá fittu næmingunum.