Top 3 á matarskránni

3. desember 2024

Ein góð máltíð at hugna sær við

Næmingaráðini á Skúlatrøð eru virkin og koma við nógvum hugskotum. Herfyri hevði næmingaráðið í miðdeild tað hugskot at gera eina top 3 matskrá.

Flokkarnir í miðdeild fingu allir eina matskrá við 11 ymiskum rættum, har teir skuldu raðfesta 3 teir bestu rættirnar. Tá teir høvdu raðfest, skuldu teir leggja lepan í ein kassa, og so varð talt upp.

Fyri at fáa størri spenning og luttøku til svarini, so var avgjørt, at ein skúlaflokkur kundi vinna eina máltíð, sum flokkurin kundi hugna sær við í stovuni.

Ein lepi varð drigin við lutakasti, og flokkurin hjá tí næminginum, sum átti seðilin, vann eina máltíð inn í stovuna.

 

Á top 3 matarskránna komu pylsubreyð nr. 1, rugbreyðspitsa nr. 2 og stokt eplir við krydd nr. 3.

 

Tað var seðilin hjá Beinir Gardar úr 4.b, sum varð drigin við lutakasti, og flokkurin vann so eina máltíð frá matarskipanini, sum tey kundu njóta og hugna sær við í síni stovu.

 

Einstaka portiónin var

3-4 frikadellur

1-2 skeiðir av eplabátum

1 dipílat við ketsjup

steiktar bønir

gularótastavir og súreplabátar.

 

Tey í 4.b vóru væl nøgd. Øll ótu seg mett av frikadellum og eplabátum og fleiri fingu sær grønmeti omaná eisini. Serliga eplabátarnir vóru væl dámdir.

 

Manga takk!