Jólatræið verður tendrað

6. desember 2024

Í morgun fríggjamorgunin 6. desembur varð jólatræið tendrað og sjálvandi varð nakað gjørt burturúr.

Hetta var ein hugnalig og góð løta fyri grunddeild og miðdeild, har Jónleif Johannasen, skúlastjóri leiddi løtuna og segði børnunum søguna um jólatræið og hvat ymsu prýðini, vit heingja á træið merkja, og at vit ikki mugu gloyma, hvat størsta gávan er, at Jesus bleiv føddur.

Vit lærdu eisini at syngja 3. ørindi í týska sanginum 0 Tannenbaum, og hetta gekk rættiliga væl.

Á Skúlatrøð er siðvenja, at yngsti næmingurin í skúlanum tendrar træið, og í ár var tað Jón í 1.b. Vit taldu niður frá 5 og so varð træið tendrað.

Ein góð, hugnalig og jólalig løta.

Her eru myndir og video, sum lýsa løtuna.

Vit syngja á týskum