Til jólagudstænastu á Húsum

8. desember 2024

Vit hava fingið eina frálíka ferðafrásøgn frá 2.a, sum varð boðin til gudstænastu á Húsum. 

 

Til jólaguðstænastu á Húsum

Mikudagin 4. desember var 2.a boðin til jólaguðstænastu á Húsum. Orsøkin til hetta er, at hvønn hósdag kemur Emma Lý, sum gongur í skúla á Húsum, til Klaksvíkar og er tá í skúla saman við 2.a.

Farið varð við Sam kl. 8.00 og síðani við bussi til Húsar.

Vit fóru inn í hugnaliga skúlan á Húsum, har vit settu taskur og annað frá okkum.
Kl. 8.45 byrjaði jólaguðstænastan, har børnini frá dagstovninum Blómugarður á Húsum og nøkur dagrøktarbørn úr Klaksvík eisini luttóku.


Aftaná guðstænastuna vórðu vit boðin niðan aftur í skúlan, har vit fingu saft, mandarinir og heimabakaðar smákøkur frá Emmu Lý.


Tíð var eisini til at hugna okkum við borðspølum og øðrum, og eisini fóru summi út á vøllin at spæla bólt eina løtu.
Veðrið var av tí besta, so vit vóru sera heppin.


Aftaná ein sera góðan og hugnaligan morgun á Húsum gekk leiðin aftur til Klaksvíkar, fyrst við bussinum og síðani við Sam.


Komin aftur á skúlan høvdu vit eina hugnaløtu í floksstovuni, ta løtuna, sum eftir var av skúladegnum.

 


Tað er stuttligt at hoyra frá skúlaflokkum, tá dagarnir eru øðrvísi og dagstúrar eru á skránni.

Vit takka fyri frálíku ferðafrásøgnina.