Ingun Christensen vitjar 6. flokkarnar

10. desember 2024

Ingun Christensen vitjar 6.flokkarnar

 

Rithøvundavitjanir í skúlunum, sum Føroyar Lesa og Rithøvundafelagið skipa fyri, halda fram, og í seinastu viku var Ingun Christensen og vitjaði 6. flokkarnar á Skúlatrøð. Ingun tosaði um bøkurnar Annika í Dímun og Húsfrúgvin í Húsavík, sum flokkarnir hava lisið og arbeitt nakað við, áðrenn Ingun kom at vitja.

 

Ingun greiddi frá, hvussu hon fer í gongd við eina bók, sum partvís er bygd á sagnir, á veruligar hendingar og fiktivar hendingar og persónar. Áðrenn hon byrjar at skriva, lesir hon sagnirnar og annað søguligt tilfar um sagnirnar, síðani flættar hon fiktivar hendingar og persónar uppí.

 

Tá hon skrivaði um Húsfrúnna í Húsavík, so las hon eisini í Húsavíkarbrøvunum, sum eru frá fyrst í 1400-talinum, har søguligar upplýsingar standa í, sum prógva, at Guðrun veruliga hevur livað. Ívasamt er, um Sissal, sum stendur nevnd í Húsavíkarbrøvunum og Guðrun eru tann sama, men Ingun hevur valt at brúka húsfrúnna Guðrun. 

 

 

Áhugvert at hoyra, hvussu ein rithøvundur arbeiðir og fer í gongd við at skriva eina søgu ella eina bók.

 

Ímeðan næmingarnir hava hoyrt søguna seinastu vikurnar, hava nakrir av teimum teknað myndir, sum teir antin hava gjørt sær í høvdinum ella funnið í bókini hjá Ingun Christensen.

 

Næmingarnir lurtaðu væl eftir, ímeðan Ingun greiddi frá. Teir vístu henni eisini sínar góðu tekningarnar, sum hon var glað fyri at síggja.

 

Flokkurin, sum hevði lisið um Anniku í Dímun, hevði eisini moderniserað Anniku og sett hana inn í nútíðarhøpi og gjørt eina sera áhugaverda plakat um Anniku. Áhugavert at síggja, hvussu umstøðurnar hjá Anniku møguliga høvdu verið, um hon livdi í dag.

 

Vit takka fyri eina áhugaverda og læruríka vitjan av Ingun Christensen.