Lesijólatræið hjá 2.b
Lesijólatræið er eitt gott hugskot, sum vit á skúlanum hava fingið frá øðrum bókavørðum á øðrum skúlum í landinum. Tá lesiátakið var fyrst í novemburmánað, so brúktu nakrir flokkar hugskotið til jólatræið.
Um næmingur lesur 10 minuttir, so fær hann eina stjørnu, lesur hann í 40 minuttir, so fær hann eina reyða jólakúlu, lesur hann í 20 minuttir, fær hann eina bláa jólakúlu og so víðari.
Tá so øll hava lisið í nakrar dagar ella vikur, so hava tey fingið nógvar lepar at gera lesijólatræið við, og vit mugu staðfesta, at tey í 2.b hava verið serstakliga røsk, tá teirra træ er so tætt og flott av stjørnum, hjørtum. stavum, kúlum, ljósum, kakumonnum og øðrum.
Hetta er eitt gott hugskot, sum eggjar børnunum at lesa og at vera felags um eina uppgávu, at byggja eitt jólatræ saman.
Eitt vakurt og flott lesijólatræ.