Steintór lesur søgu

16. desember 2024

Steintór lesur søgu í morgunsanginum

Morgunsangurin í desembur er nakað øðrvísi enn vanligt og er merktur av árstíðini og høgtíðini, sum stendur fyri framman.

Steintór Rasmussener lærari og ein sera virkin rithøvundur, sum skrivar sangir, søgur og skaldsøgur. Hann hevur eisini skrivað eitt søgusavn, sum eitur Søgunámið við nógvum fittum stuttsøgum í, har nakrar eru ævintýrkendar. Søgunámið kom fyri nøkrum árum síðani.

Hósmorgunin í síðstu viku las Steintór úr Søgunáminum, og allir næmingar í miðdeild lurtaðu væl eftir. Teir eru umleið 250 næmingar tilsamans.

Steintór las søguna Klókasta barnið, sum er um eitt bræv frá løgmanni til allar fólkaskúlar í landinum, har hann skrivar, at tíðin var komin til at finna klókasta barnið í landinum, og at klókasta barnið skuldi sleppa at stýra landinum í ein dag.

 

Ein fitt søga við uppbyggjandi lærdómi í sær og ein góð og hugnalig søguløta ein desemburmorgun á Skúlatrøð.

Takk fyri søguna.