Jólahald Valskúlans
Jólahaldið hjá Valskúlanum
Nú eru vit í vikuni undan jólum, og fríggjadagin eftir jólagudstænastuna fáa næmingarnir jólafrí.
Tað er siðvenja, at 10. flokkur ella Valskúlin, sum tað eitur, skipar fyri einum jólahaldi fyri øllum skúlanum, og so hevur eisini verið í ár.
Hesa vikuna hava næmingar í Valskúlanum skipað fyri jólahaldi og leiki fyri næmingum skúlans. Jólahaldið er samansett av einum leiki, nøkrum videosamrøðum, stuttligum filmsbrotum, sum næmingarnir sjálvir gera, nøkrum stuttligum vertum og so eisini Lusiagongd.
Mánakvøldið vóru foreldur og avvarðandi til frumframførslu, týsmorgunin vóru 1. til 5. fl., og mikumorgunin vóru 6. til 9. fl til sýningarnar.
Tað er hugtakandi og stuttligt at síggja næmingarnar í einum øðrum leikluti enn sum vanligur næmingur á skúlabonki. Her koma fleiri aðrar góðar síður og teirra íbornu evni fram.
Vit takka fyri eitt gott og væl skipað jólahald.
Her eru nakrar myndir frá haldinum