Myrna Lind Jacobsen sett sum varaskúlastjóri á Skúlatrøð

19. desember 2024

Myrna Lind Jacobsen er sett í fast starv sum varaskúlastjóri á Skúlatrøð.

 

Myrna er 55 ára gomul og búsitandi í Hvannasundi. Hon er gift við Kristian Jacobsen, og saman eiga tey trý børn.


Myrna tók útbúgving sum skrivstovufólk, áðrenn hon gjørdist lærari. Myrna tók fólkaskúlalæraraútbúgving á Haslev Seminarium í 1998 og hevur starvast við Skúlan á Fossánesi øll árini. Síðani 2015 sum skúlaleiðari. 


Myrna hevur, umframt drúgvar fólkaskúla- og leiðsluroyndir, eisini tikið viðkomandi útbúgvingar. Myrna er eitt nú útbúgvin støddfrøðivegleiðari og hevur masterskeið í “ Yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu”. Í løtuni tekur Myrna útbúgving sum serlærari.

Vit ynskja Myrnu vælkomnari á Skúlatrøð og blíðan byr.