Jólaguðstænasta

20. desember 2024

Í dag hava næmingar og starvsfólk á Skúlatrøð verið til jólagudstænastu.

Tað vóru næmingar í 7. flokki, sum høvdu inngangsbøn og útgangsbøn. Skúlakórið sang og skúlahornorkestrið spældi postludium. Øssur Kjølbro hevði prædikuna og Jónleif Johannesen hevði eina heilsan til øll, ú vit fara í jólafrí.

Øssur Kjølbro hevði prædikuna, har hann á ein barnavinarligan hátt segði jólaevangeliið og fekk børnini at hjálpa sær. Í filmsbrotinum kunnu tit síggja og hoyra, hvussu børn og vaksin eiga ein leiklut í søguni.

Vit takka fyri eina góða jólagudstænastu.

Við myndum frá jólagudstænastuni fara vit at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.