Góðir tímar á skoytibreytini
Góðir tímar á skoytibreytini
Tað var 7. desembur í 2024, at skoytibreytin læt upp fyri hendan veturin.
Um hálvan desembur fingu skúlaflokkar á Skúlatrøð í boði at bíleggja sær ein tíma millum klokkan 9 og 15 skúladagar.
Hesum tilboðnum hava flest allir flokkar tikið av og sigast má, at hetta er nakað, sum næmingunum dáma ógvuliga væl.
Nú hevur skoytibreytin verið opin í nøkur ár, so tað er líkasum blivið ein siðvenja í jólamánaðinum at fara ein tíma á skoytibreytina.
Næmingar hava verið á skoytibreytini í skúlatíð, og so hava teir eisini avtalur um at møtast á skoytibreytini aftaná skúlatíð.
Vit á Skúlatrøð takka fyri møguleikan at kunna stuttleika okkum á skoytum á skoytibreytini.
Eitt gott trivnaðarátak fyri fólkið í kommununi.
Her eru nakrar myndir av skúlaflokkum, sum hava verið á skoytibreytini.