Ævintýraferðin 2025 á Skúlatrøð

13. januar 2025

Ævintýraferðin 2025 á Skúlatrøð

Í morgun 13. januar, hava Dánjal og Búi verið og vitjað á Skúlatrøð við Ævintýraferðin 2025, sum hesaferð var við leikinum Romeo og Julia.

 

Við listarligum snildni og á ein snedigan og stuttligan hátt søgdu teir søguna um Romeo og Juliu, sum Shakespeare skrivaði einaferð fyri 400 árum síðani.

Dánjal og Búi høvdu tvær framførslur, eina fyri grunddeild og eina fyri miðdeild. Í uppslagnum eru myndir og video.

 

Leikurin vardi í umleið 45 minuttir og tað var onga løtu keðiligt. Tað var so áhugavert, tí teir duga sera væl at skifta leiklut, at flyta seg ímillum leikin og forteljingina og at syngja. Børnini vóru tikin við í leikin og vóru ógvuliga væl inni í søgugongdini. Eisini fingu børnini høvi at geva teimum tilvildarlig orð, sum teir so yrktu poetiskt uppá. Tað var stuttligt.

 

Ein frálík framførsla, sum umleið 500 næmingar á Skúlatrøð hava verið til í morgun.

Her eru myndir og video