Góðir miðlavanar - foreldrafundur í 4. flokki

13. januar 2025

Góðir miðlavanar í 4. flokki

Sosialir miðlar og spøl fylla meira og meira hjá børnum í dag, og tí vilja vit bjóða tykkum á ein felags foreldrafund mikudagin 22. januar 2025 kl. 18.00-20.00 á Skúlatrøð, har tosað verður um áskoðanir, hugskot og sosialu samveruna í 4. flokki í einum talgildum høpi.

Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi, leggur fyri. Fyri at fáa innlit í støðuna og áhugamál hjá børnunum, vitjar hon árgangin fyrr á degnum og heldur verkstovur.

Børnini hava brúk fyri, at foreldur tosa saman, og tí ynskja vit, at bæði foreldrini luttaka.

Gevið flokslæraranum boð, um tit koma ella ikki.