Sølu- og framførsluskeiði

21. januar 2025

Næmingar á sølu- og framførsluskeiði

Seinastu vikurnar hava omanfyri 100 næmingar úr framhaldsdeildunum kring landið luttikið á Sølu- og framførsluskeiði hjá Íverksetarahúsinum. Skeiðið hevur verið í Skálanum.

Skeiðið er býtt upp í 4 modul, sum næmingarnir skulu ígjøgnum, áðrenn teir koma til finaluna. Við at arbeiða uppá hendan mátan, fara tey skipa í gongd og koma stigvíst nærri málinum.

Tað fyrsta modulið eitur StartUp Camp, tað næsta eitur Leiðsla og innovatión, tað triðja eitur Søla og framførsla, og tað fjórða og síðsta eitur Power ráðgeving.


Á síðsta skeiðnum, sum var í dag, luttóku næmingar úr Skúlanum á Giljanesi, Skúlanum við Løgmannabreyt, Skúlatrøð og úr Eysturskúlanum.


Undirvísarar vóru Páll Danielsen og Greg Worley.