9.flokkarnir vitjaðu á TSK
21. januar 2025
Hetta er tíðin, har næmingarnir í 9. flokki skulu taka støðu, um teir fara víðari í tíggjunda flokk ella teir skulu fara á miðnám. Tað er stór kapping millum miðnámsskúlarnar at fáa fatur á fólkaskúlanæmingum, og tí verður nógv gjørt burturúr fyri at marknaðarføra sín skúla og allir spenna seg út.
Í morgun vóru okkara 9. flokkar á vitjan í Tekniska skúla í Klaksvík. Har høvdu næmingar á skúlanum fyrireikað seg til at taka ímóti okkum og gjørt framløgur, har teir vístu okkum, hvat teir arbeiða við.
Tað er altíð spennandi at vitja á TSK og hugaligt at síggja næmingarnar.










