Reyði Krossur Føroya undirvísir 7. flokki

31. januar 2025

Reyði Krossur vitjar 7. flokk

 

Í tveir dagar hevur Reyði Krossur Føroya verið og undirvíst 7. flokki í 1.hjálp. Tað er Jákup av Skarði, sum hevur havt ábyrgd av undirvísingini.

 

Á facebookvanganum hjá Reyða Krossi Føroya kunnu vit lesa, at fram til 10. apríl er ætlanin, at í alt 1.035 ungdómar runt allar Føroyar skulu læra at geva fyrstuhjálp.

 

Reyði Krossur Føroya sigur eisini, at tað er framúr gott at fáa møguleikan at undirvísa 7. flokki á henda hátt, tí fleiri teirra eru virkin á ymsan hátt saman við fleiri øðrum, og tá kunnu óhapp henda uttan, at vaksin eru til staðar.

Tað er gott at duga 1. hjálp.