Blásiusmessa er og vindurin blæsur

3. februar 2025

2. februar er kyndilsmessa og 3. februar er blásiusmessa

 

Næmingarnir hoyrdu nakað um kyndilsmessu og blásiusmessu í morgun. Vivian greiddi teimum millum annað frá siðinum at kasta kráku. Kyndilsmessa eer 2. februar og blásiusmessa er 3. februar.

"Kyndilsmessumorgun tóku genturnar ein stein, ein torvkongul og eitt bein og fóru út og kastaðu hetta eftir tí fyrstu kráku, tær sóu sita nærhendis. Tá ið gentan kastaði, las hon hetta skjaldur:

Eg kasti stein

fái ikki mein

Eg kasti kongul

bíði ikki longur

Eg kasti bein

ber tað til húsa heim.

 

Úr tí ættini, sum krákan fleyg, hagani skuldi drongur hennara koma.

Í Dagar og nøvn í álmanakkanum stendur, at kyndilsmessa er upprunaliga ein mariumessa og var hildin til minnis um vitjan Mariu í halgidóminum 40 dagar eftir Jesu føðing, sum siður var hjá jødiskum kvinnum.

"Víða um í kristna heiminum hevur kyndilsmessa verið hildin í øldir og hildin kanska líka heiløg sum jólini og aðrar høgtíðir. Sjálvt navnið sigur frá, at høgtíðin mundi vera hildin við nógvum kertuljósum, og soleiðis var tað í øðrum londum, at tey stoyttu mong kertuljós til ta høgtíðina og kanska eisini í Føroyum í katólskari tíð. Siður var, at kertuljósini blivu vígd á kyndilsmessu og signing lisin yvir tey."

Í somu bók stendur um blásiusmessu, at hon er til minnis um Blásius, sum var neyðhjálpari og biskupur í Lítlu Asiu. Hann er verndari fyri hálsverki og hjá teimum, sum blása í horn.

Navnið Blásius verður eisini sett í samband við veðri og vindin, sum blæsur, og tí var einaferð skipað fyri í Danmark, at fiskimenn ikki máttu fara á flot á blásiusmessu, tí at stormur kundi koma á teir.

Í dag er blásiusmessa og vindurin hevur blást rættiliga nógv.