Tá ítróttartímin er úti í náttúruni
5. februar 2025
Ítróttartímin úti í Grøv
Hendan tíðin er myrk, og veðrið er ofta illfýsið, so tað er avmarkað, hvussu nógv børn og næmingar eru úti í frískari luft. Tá er tað gott, at lærarin er spontanur og í einari skjótari vending tekur avgerð um, at ítróttartímin í dag skal vera øðrvísi. Tað gjørdu lærararnir í 2. flokki ein dagin herfyri.
Á myndunum síggja tit næmingar í 2. flokki hugna sær saman úti í kavaklæddu Grøv. Lærararnir høvdu tikið stormkøk við og góvu næmingunum heita suppu, meðan tey eisini spældu í kavanum.
Ein frálíkur túrur, sum tey heilt víst fara at minnast afturá við gleði.




