Góð millummáltíð í góðum veðri
11. februar 2025
Vetrarfrídagarnir byrja í morgin, og í morgun kundu næmingarnir njóta millummáltíðina í allarfagrasta veðri undir ljósum himli.
Matarskráin í dag var rugbreyðsknas við heimagjørdum dippi og gularót, reyðrót og blaðselleristavar. Ein góður biti fyri at halda blóðsukrið í javnvág.
Vónandi fara komandi dagarnir at bjóða børnum og vaksnum út í fríska luft at fylla depotini við D-vitaminum.
Góða vetrarfrí!