Foreldur í einum talgildum heimi - ókeypis tiltak

19. februar 2025

Føroya Tele, SSP og Kvinna, skipa fyri einum ókeypis tiltaki í Varpinum hóskvøldið 20. februar kl.19. Tiltakið eitur “Foreldur í einum talgildum heimi."

Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á, hvussu vit kunnu stuðla undir eini betri og tryggari skíggjanýtslu hjá børnum og ungum.

 

Á tiltakinum fer Jonas Ravn, ráðgevi innan talgildan trivnað hjá børnum og ungum, at greiða frá, hvussu vit kunnu vera góð foreldur hjá talgildum ungum, hvør okkara ábyrgd er, og hvat ung sjálvi siga um, hvussu foreldur handfara hetta evnið.

Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi, gevur fakligt innlit og góð ráð til foreldur, og Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen frá Kvinnu fara at hava sofaprát við ung.

Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug.

Tit melda til tiltakið her: https://www.ft.fo/foreldur-i-einum-talgildum-heimi/