Tummastokkurin – eitt hent amboð í støddfrøði

19. februar 2025

Tummastokkurin – eitt hent amboð í støddfrøði

 

Tá arbeitt verður við eindum og onkrar uppgávur eru at gera eindirnar um, so kann hetta verða trupult hjá nøkrum at skilja. Tá kann tað vera ein góð hjálp, um arbeitt verður á onkran øðrvísi hátt. Ein góð hjálp fyri fleiri næmingar er, tá evnið verður ítøkiligt til dømis við at kunna arbeiða við hondunum. Í støddfrøði kann hetta vera at klippa, líma, leggja saman, máta ella annað.

 

Herfyri arbeiddu næmingarnir í 6. flokki við metrum, desimetrum, sentimetrum og millimetrum. Í hesum kann ein uppgáva vera at svara, hvussu nógvar dm er 0,7 m ella hvussu nógvar m er 35 cm ella hvussu nógvar cm er 7,4 dm.

 

Fyri at geva næmingunum ein møguleika fyri at skilja hetta betur, brúktu vit tummastokk. Næmingarnir skuldu hava hvør sín tummastokk við í skúla, harnæst fingu teir kopiir av tummastokkum, sum skuldu klippast í desimetrar og sentimetrar og leggjast framvið tummastokkinum. Aftanfyri kliptu dm-stykkini, skuldu næmingarnir skriva á, at 1dm=10cm=1/10m=0,1m og aftanfyri cm-stykkini skuldi standa 1cm=1/100m

 

Síðani komu einføldu uppgávurnar, har næmingarnir skuldu leggja til dømis 4,2dm, 6,7dm, 75cm, 200mm niður. Her kundu teir seta úrslitið saman við teimum eindum, teir høvdu klipt. Úrslitið skuldi setast saman av nevndu eindum og vera rætt.

 

Tá tú skalt minka eitt tal til eina minni eind ella vaksa eitt tal til eina størri eind, so verður heilin noyddur at hugsa aftur og fram, og soleiðis mennist hann. Tá arbeitt verður við heila og hondum, so fær kropurin eisini høvi at goyma tað, sum er lært.

Ein góð lærutilgongd.