Næmingaráðini fingið búmerki
Næmingaráðini fingið búmerki
Eitt búmerki er eyðkenni fyri ein stovn, eina fyritøku, eitt ráð ella eitt virksemi og vil á onkran hátt altíð siga, hvat virksemi tað umboðar.
Næmingaráðið í miðdeild hevur ynskt eitt búmerki, sum umboðar øll næmingaráðini í skúlanum, og herfyri avgjørdu tey at útskriva eina búmerkjakapping. Næmingar í øllum árgangum kundu lata uppskot inn til kappingina.
Atkvøðuseðlar vóru latnir til hvønn næming, har teir skuldu velja millum trý uppskot av teimum innkomnu. Síðani vóru tað limir í næmingaráðunum, sum saman við einum vaksnum umboði taldu upp.
Allar tekningarnar vóru avbera góðar, og atkvøðurnar vóru rættiliga javnar, men ein vinnari var funnin.
Vinnarin í búmerkjakappingini var Tóra Ólavsdóttir Gaard í 4. flokki. Hon hevði teknað ein ring, sum hevði ein uttara ring av børnum, sum stóðu hond í hond. Innan í ringunum stóðu stavirnir NRS, sum standa fyri NæmingaRáðini á Skúlatrøð. Tóra segði, at ringurin við børnunum skuldi umboða tey, sum eru í næmingaráðnum, og at tey arbeiða og standa saman.
Vinningurin var heiðurin at tekna vakrasta búmerki og eisini ein gáva.
Tað er frálíkt við slíkum kappingum, har talentini verða brúkt og koma fram í ljósið.
Eitt vakurt búmerki, sum næmingaráðið nú fer at brúka.








