Torradagar og góðir munnbitar
Torradagar og munnbitar
Nú torradagar eru og nógv tiltøk hava verið og eru í býnum, so hevur matarskipanin á Skúlatrøð eisini sett sjóneykuna á torradagar.
Hvønn fyrrapart hevur matarskipanin borðreitt við munnbitum úr fiskarávøru, og ymiskir munnbitar hava verið hvønn dagin. Næmingarnir hava verið stak forvitnir og djarvir at roynt ymisku munnbitarnar. Tað er gott at stimulera smakkisansirnar og fáa smakk fyri góðsku og heilsugóðari matvøru.
Mánadagin var turkað hýsa, tvøst og saltað spik
Týsdagin var brellbiti við breyði, royktum laksi og urtasós
Mikudagin var nýsteikt mini fiskafrikadella og gularóta- og reyðrótahummusdypp
Hósdagin var tortilla við salatfyllu og BBQ-kryddaðari fiskapylsu.
Eitt gott tiltak, sum hevur til endamáls at presentera heilsugóðan mat og eggja komandi ættarliðum at eta heimsins bestu rávøru.







