Føroyar og djór

7. mars 2025

Prýðiligar myndir

Frísku og vøkru myndirnar hanga í trappugongini í nýggja bygninginum á Skúlatrøð.

Myndirnar hava næmingar í 5. flokki gjørt í lærugreinini evning. Uppgávan var at mála eina mynd við myndaevninum Føroyar og djór.

Litirnir vísa, hvussu føroyska náttúran vísir seg á nátt og degi, við norðlýsi og sólsetri og eitt sindur av brimi.

Gott fyri eygað at síggja vakrar lutir.

 

Gott vikuskifti!