Kreativar søguløtur á bókasavninum

10. mars 2025

Skaldskapur á mannamunni á bókasavninum

Hvørt vár verður fimti flokkur boðin á bókasavnið at hoyra um skaldskap á mannamunni. Tey hoyra um skaldskap av mannamunni sum tekstaslag og hvørji tekstasløg koma undir hann, og so hoyra tey eina søgn. Tey mugu lurta væl eftir søgnini, tí tá tey hava hoyrt søgnina, so skulu tey gera eina teknirøð við søgugongdini, og júst hetta er so spennandi og áhugavert, tí tað er so ymiskt, hvat bólkarnir fáa burturúr, hvat tey leggja dentin á og hvat tey fáa fram í myndunum.

Tað eru tríggir flokkar í fimta árgangi, og hvør flokkur hoyrdi eina søgn. Hesa ferð vóru tað sagnirnar Kópakonan, Rasmus í Haraldsundi og Fjørutrøllið í Hattarvík.