Sálarfrøðingur til børn og ung á Skúlatrøð
Thorvald Danielsen settur í starv sum sálarfrøðingur
Thorvald Danielsen er settur í starv sum sálarfrøðingur til børn og ung við staðseting á Skúlatrøð.
Thorvald er 38 ára gamal og hevur lisið sálarfrøði á Aalborg Universiteti, har hann í 2017 fekk prógv sum cand.psych., og síðani hevur hann fingið løggilding sum sálarfrøðingur.
Hann hevur drúgvar royndir at veita sálarfrøðiliga hjálp til børn og ung og foreldur teirra við fyribyrgjandi sálarfrøðiligum samrøðum. Somuleiðis hevur Thorvald hollan kunnleika til skúlaumhvørvið og hevur góðar royndir og hegni til at samskifta við aðrar fakbólkar í skúlanum og avvarandi.
Í arbeiðnum kemur Thorvald í høvuðsheitum at hava fyribyrgjandi sálarfrøðiligar samrøður við børn og ung í fólkaskúlaaldri.
Vit eru sera fegin um, at hava fingið Thorvald í starv og ynskja honum hjartaliga tillukku og allarbestu eydnu í starvinum, sum vit vóna, at hann fer at trívast væl í.
Vinaliga
John Færø Jónleif Johannesen
Virkandi kommunustjóri Skúlastjóri