Grækarismessuhald á Skúlatrøð

12. mars 2025

Í morgun var morgunsangur og grækarismessuhald á Skúlatrøð, og vit bjóðaðu tjaldrinum vælkomnum.

 

Skúlastjórin Jónleif Johannesen greiddi frá um tjaldrið.

Vit fingu nógv fakta um tjaldrið sum flytifugl, sum okkara tjóðfugl, um hví júst tjaldrið var valt sum tjóðfuglur og um tess eginleikar at verja og berjast ímóti teimum størru og sterkaru fuglunum, sum ravninum. Eisini vísti Jónleif á sambandið millum uppgávuna hjá verjuskipinum Tjaldrinum, sum verjir okkum føroyingar og uppgávuna hjá tjaldrinum at verja sínar ungar móti stórum rovfugli. Tjaldrið boðar okkum um vón og minnir okkum eisini á, at vit skulu verja náttúruna og fara væl við henni.

 

Eisini kom Jónleif inn á Fuglakvæðið og hví Nólsoyar Páll yrkti kvæðið, tí í kvæðinum kundi hann siga tað, sum hann annars ikki fekk sagt um donsku yvirvøldina.

 

Næmingar høvdu eisini fyrireikað seg til grækarismessuhaldið við røðu. Bjarti og Brynjar í næmingaráðnum í miðdeild og Kristoffur Arge Joensen í 3.b í grunddeild hildu røðu.

 

Vit prenta røðuna hjá Brynjari og Bjarta við í greinina og leggja filmsbrotið av Kristoffur, tá hann heldur sína røðu.

Vit hava eisini fingið eitt filmsbrot av grunddeild, sum syngur so vakurt um tjaldrið.

 

Hetta hevur verið ein góður, vakur og læruríkur grækarismessumorgun á Skúlatrøð

 

Góða grækarismessu!

Røðan hjá Kristoffur

 

Røðan hjá Brynjar og Bjarta:

 

Hey tit og góðan morgun!

 

Í dag er grækarismessa.

 

Vit hátíðarhalda tjóðfugl okkara tjaldrið og fagna várinum.

Tjøldrini rýma á hvørjum ári. Tey eru ikki her, tá stormarnir herja, men slappa av onkustaðni sunnanfyri í heitari londum, meðan vit ganga her í kuldanum.

Tjaldrið vendir tó altíð aftur og minnir okkum á, at nú eru ljósari tíðir í væntu.

 

Ofta hoyrir man tjaldrið, áðrenn mann sær tað.

 

Nógvir fuglar hava vakrari ella stuttligari ljóð, men tá mann hoyrir tey fyrstu klippini, verður mann mintur á, at nú fer veturin at halla, og várið er komið.

Fuglafrøðingar meta, at eini 5000 pør vitja í Føroyum á hvørjum ári, og tað eru ábendingar um, at stovnurin er minkandi.

 

Orsøkirnar kunnu vera: rovfuglur, rotta, tjøldur, sum fáa haft um beinið ella flatmaðkurin, sum hevur týnt reyðmaðkin. Og vit – menniskju og vinnan hava bygt, velt og gjørt havnaløg, fyri at vit kunnu liva og virka her og hava samstundis trokað tjaldrið av plássinum.

 

-              Vónandi klárar tjaldrið seg, so vit ikki noyðast at skifta tjóðfugl um nøkur ár!

 

Vit mugu minnast at njóta tíðina, tá tjaldrið er her. Várið er komið og nú verður alt ljósari.

 

Góða grækarismessu!