Skapandi evnisdagar um rúmdina
14. mars 2025
Skapandi evnisdagar um rúmdina
Tríggir dagar í hesari vikuni hava verið skapandi evnisdagar. Evnið hevur verið rúmdin.
Dagarnir hava verið samansetir av fakligum innihaldi um rúmdina og skapandi innihaldi, har næmingarnir hava teknað, klipt og skapað sínar egnu gongustjørnur.
Fyrireikararnir høvdu skaffað tilfar, sum var klárt at fara í holtur við, og so hava flokkarnir eisini verið kreativir og sett sólskipanir og gongustjørnir upp í síni egnu stovu.
Eisini vitjaðu allir skúlaflokkarnir eitt rúmdarrúm, sum Valskúlin hevði fyrireikað. Tey høvdu hongt gongustjørnurnar upp og greiddu stutt frá um stjørnurnar, meðan næmingarnir lógu á gólvinum og hugdu upp í myrka himmalhválvið.
Næmingarnir hava lært og hugnað sær.






















