Miðdeild við til skúlaleikir

16. mars 2025

Í seinastu viku var skúlaleiksstevna í Badmintonhøllini í Klaksvík. 

Skúlaleiksstevnan var fyri árgangirnar í miðdeild úr Eysturkommunu, av Toftum, Fossánesi, Fuglafirði og Klaksvík.

Ítróttagreinirnar hesa ferð vóru hondbóltur, bogaskjóting, kurvabóltur, badminton, inniróður og frælsur ítróttur. 

4. árgangur royndi seg í frælsum ítrótti og hondbólti, 5. árgangur í badminton og rógving, og 6. árgangur royndi seg í bogaskjóting og kurvabólti.

4. b á Skúlatrøð slapp víðari og skal umboða tey reyðu til landsstevnuna, sum verður um mánaðarskiftið apríl/mai.

 

Hetta er góðir dagar, har næmingarnir menna samanhald, felagsskap, knýta vinarbond og kýta seg í ymsum ítróttalærugreinum. Tey hava tað stuttligt og flenna saman. Tey fáa enn tá eyguni upp fyri onkrari ítróttagrein, sum tey ikki hava givið gætur áður.

Og so kunnu ØLL vera við, tað er tað besta!

 

Vit hava lagt nakrar myndir við í greinina her. 

Tit kunnu eisini lesa tíðindini á facebooksíðuni hjá Skúlaleikum, har tey hava eina neyvari frágreiðing um skúlaleikir og nógvar myndir.  Tað finna tit her