Í køk við sætta flokki

18. mars 2025

Heimagjørd pitsa

Angin frá nýgjørdari pitsa fann vegin til tevkyknurnar og tað var greitt, at góði angin kom úr skúlakøkinum, har genturnar í 6. flokki høvdu køk og gjørdu pitsa.

Eg stak nøsina inn um og heilsaði uppá hugagóðu genturnar, sum vóru í ferð við at borðreiða við nýgjørdari pitsa og onkrum tilhoyri.

Genturnar arbeiddu í bólkum, so tað var ymiskt, hvussu langt bólkarnir vóru komnir. Onkur bólkur var í gongd við at rudda av, og pitsan stóð á borðinum, so klárt var at seta seg til borðs. Annar bólkur var í gongd við at leggja fylluna á pitsuna og uppaftur annar bólkur bíðaði til pitsan hevði fingið nokk í bakarovninum. 

Tað var stuttligt at síggja, hvussu gott huglagið var í køkinum, og at tær vóru spentar at seta seg til borðs at eta.

Tað eru nógv børn, sum dáma væl at hava køk í skúlanum.