Ein portión, tí vit eiga bara ein búk
Eina portión, tí vit eiga bara ein búk
Í morgun var Lovisa Lassen, leiðari hjá matarskipanini á Skúlatrøð og tosaði við næmingarnar í miðdeild um millummáltíðina og portiónsstødd og mongdir.
Lovisa legði dent á endamálið við millummáltíðini, og at millummáltíðin ikki er komin ístaðin fyri morgunmat og matpakka, men at hon skal tryggja eitt javnt blóðsukur, so at næmingarnir hava bestu fortreytir fyri at læra og vera væl fyri gjøgnum allan skúladagin.
Máltíðin verður borðreidd klokkan 9:30 á morgni. Saman við máltíðini verður tilskilað, hvussu nógv børnini fáa í part ella hvussu stór portiónin er. Millummáltíðin er tillagað aldrinum hjá næmingunum. Máltíðin er heilsuvinarlig um ein heldur seg til portiónsstøddina.
Tá næmingarnir koma í skúla, er tað av alstórum týdningi, at allir næmingar hava etið morgunmat og hava ein góðan matpakka við. Matpakkin verður etin annaðhvørt kl. 10:30 ella kl. 11:15.





