Landsroyndirnar 2025 verða hesa vikuna
6. apríl 2025
Tað er í viku 15, at landsroyndirnar í 4. og 6. flokki verða hildnar.
Tað eru lærugreinarnar føroyskt, støddfrøði og náttúra og tøkni, sum næmingarnir skulu royna seg í. Landsroyndin er í fýra dagar, tí føroyskt verður deilt yvir tveir dagar. Í føroyskum verður royndin hjá 4. flokki í tveimum umførum - lesifatan og staviførleika og hjá 6. flokki verður hon í trimum umførum - lesifatan, málførleika og staviførleika.
Vanlig skúlagongd er áðrenn og aftaná royndina.
Tíðarkarmurin sæst á tí einu myndini.
Vit vilja minna á, at næmingarnir skulu hava oyramikrofonir við til royndirnar. Kannið eisini viðkomandi heimasetning, hvørji boð eru til einstaka flokkin.
Meir um landsroyndirnar, kunning og leiðreglur eru at lesa á heimasíðuni hjá Próvstovuni her

