Seks nýggjar krabbabøkur
Vit hava fingið 6 nýggjar krabba- og krossfiskabøkur. Av hesum eru tvær faktabøkur, bláur krossfiskur Hetjur úr djóraheiminum og lilla krabbin Gamla Egyptaland.
Í gamla Egyptalandi trúðu fólk, at tað bar til at liva, tá ið tey vóru deyð. Men tey máttu skikka sær væl í lívinum og klára torførar royndir, aftaná, at tey vóru deyð. Tað bar ikki til at svika, tí hjartað fór at avdúka teg… Kom við á eina spennandi ferð til gamla Egyptaland.
Tað er sjáldan, at vit hoyra søgurnar hjá djórunum. Tey kunnu jú ikki siga tær sjálv. Í bókini Hetjur úr djóraheiminum kanst tú lesa søgur frá veruleikanum um djór, susm hava brúkt lívið í tænastu fyri menniskju.
Hinar bøkurnar eru íspunnar søgur og eru teknirøðin Krypto 4. Frostguva (reyður krossfiskur), Spøkilsisvinur, Fyrstu ferð (lilla krabbi), røðin Frost og logar 2. Tey frystu ofrini (reyður krossfiskur) og Heimurin hjá Rosu 4, Rosa leitar og leitar (gulur krabbi).
Nýggja bókin hesa ferð er Spøkilsisvinur, Fyrstu ferð, sum er um Magnus, sum júst er fluttur til Valladal og stríðist fyri at finna seg til rættis. Eingin skilir, hvussu hann hevur tað. So kemur Saga.
Hetta er ein hugtakandi teknirøðskaldsøga um gandakendar verur, gomul loyndarmál og nýggj vinaløg. Til tín, sum dámar spenning og ævintýr.
Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hevur týtt 5 av bókunum úr øðrum máli til føroyskt og givið tær út. Lýdia Didriksen hevur skrivað Heimurin hjá Rosu.


