Rita navn títt mær í hjarta - í myndum
Rita navn títt mær í hjarta
Nú skúlarnir fáa frí, tí páskahøgtíðin er fyri framman, er hóskiligt at vísa tykkum, hvat 1.a hevur tikist við seinastu tíðina.
Kristni er ein lærugrein, har møguleiki er at arbeiða rættiliga fjølbroytt. Ein partur er at læra sálmar uttanat, og tað hava næmingarnir í 1.a eisini gjørt. Í tilgongdini at læra uttanat, so hava teir eisini arbeitt kreativt.
Næmingarnir hava fingið hvør sítt avrit av 8 hjartamyndum, sum vísa sálmin "Rita navn títt mær í hjarta".
Teir hava litað hjartamyndirnar. Síðani eru hjartamyndirnar lamineraðar, kliptar út og settar í ein lyklaring í rættari raðfylgju.
Lyklaringurin verður brúktur soleiðis, at næmingarnir betur skilja innihaldið og læra sálmin uttanat.
Lyklaringurin kann verða brúktur t.d. at heingja á skúlataskuna :)
Á filmsbrotinum niðanfyri kunnu tit hoyra, hvussu væl teir duga at syngja sálmin uttanat, ella meðan teir lesa myndirnar ella tekstin á hjørtunum.
Ein góður máti at læra seg ein sálm uttanat við at lesa myndir, tekst og skilja innihaldið.


