Um tú ikki kanst seta orð á tað, so hevur tú ikki skilt tað

23. apríl 2025

Tað, sum tú ikki skilur, tað kanst tú ikki seta orð á.

Tað, sum tú ikki skilur, tað kanst tú ikki seta orð á, og tað, sum tú ikki kanst seta orð á, hevur tú ikki skilt.

Viðhvørt kann tað vera trupult hjá næmingum at greiða frá onkrum, sum teir hava hoyrt um í skúlanum, tí um tú ikki kanst seta orð á tað, so hevur tú ikki skilt tað. Tá kann vera snilt at royna onkran annan máta at skilja tingini.

Í 8 flokki hava tey arbeitt við ymiskum evnum í lívfrøði, við tí endamáli at skula greiða frá fyri øðrum næmingum - yngru næmingum.

Evnini, sum tey hava arbeitt við eru: Fotosyntesa, fosturmenning, alkohol, bakteriur/virus, hjartað og sodningarleiðin.

Hetta var ein øðrvísi uppgáva hjá teimum at fáa, men ein máti at seta seg inn í tingini.

Tá tú veitst, at tú skalt greiða øðrum frá einum evni, tá kann tað vera motiverandi at seta seg væl inn í evnið og læra seg tað væl, sum tú skalt læra onnur.

6.flokkur kom á vitjan hjá 8. flokki í lívfrøðistovuni, har eldru næmingarnir tóku ímóti teimum og greiddu frá sínum evni.

Ein góður arbeiðsháttur fyri báðar partar, har eldru næmingarnir siga frá við egnum orðum, og yngru næmingarnir hoyra greitt frá frá øðrum næmingum.