FSF vitjar og greiðir frá U17-endaspælinum

28. apríl 2025

U17-endaspælið hjá gentum verður eisini í Klaksvík.

 

Hósmorgunin 23. apríl var eitt umboð frá Fótbóltsambandi Føroya FSF og vitjaði morgunløtuna hjá miðdeild og hádeild.

 

Umboðið hevði eina framløga um EM-endaspælið fyri U17 landsliðið við gentum, sum verður í Føroyum í mai mánað. Dystirnir verða spældir á Djúpumýru í Klaksvík og á Tórsvølli.

 

Eisini vóru filmar vístir, sum eru gjørdir fyri at lýsa kappingina. Filmarnir kunnu eisini hugsast at seta tankar í gongd hjá yngri gentum, tá tær síggja gentulið spæla í altjóða kappingum.

 

Veruliga EM-steypið var eisini við á staðnum, og her kundu flokkar taka myndir saman við steypinum.

 

Eitt, sum eisini var kunnað um var, at næmingarnir kunnu fáa atgongumerki til kappingina við at vaksin/lærarar bíleggja atgongumerki til sín flokk.

Allir skúlaflokkarnir fingu ein fótbólt í part, og vit takka fyri gávuna. Bóltar verða altíð brúktir.

 

Vit á Skúlatrøð vilja takka FSF fyri vitjanina og ynskja U17 gentulandsliðnum eina góða kapping. Vit gleða okkum at fylgja við og síggja onkran dyst.

 

Á myndunum síggjast fleiri upplýsingar um kappingina. Nakrir flokkar tóku mynd saman við steypinum.