Royndur skóti vitjar í 1.flokki

30. apríl 2025

Royndur skóti vitjar í 1.flokki

Í kristni hevur 1.flokkur havt um sálmin "Upp alt, ið Harrin hevur gjørt", sum Brorson hevur yrkt. Sálmurin er ein tøkk til Gud um alt tað vakra, hann hevur skapt. Gud hevur skapt náttúruna og sett menniskjuni at verja hana. Hvussu verður hetta gjørt?

Uppgávan er at verja náttúruna, tí hon er grundarlagið fyri øllum lívi - menniskjum, dýrum, plantum og øðrum livandi skapningum, og at vit læra at vera umhugsin og vísa náttúruni fyrilit.

Ein teirra, sum arbeiddi fyri hesum endamáli og vildi, at hetta skuldi síggjast í verki, var Baden Powell, sum stovnaði skótarørsluna í 1907.

Hósdagin vitjaði Jørmund Foldbo, sum er ein royndur skóti, í 1.a. Jørmund greiddi børnunum frá um Baden Powell, hvør hann var og hvat hann stóð fyri. Eisini greiddi hann frá, hvat skótarnir standa fyri og um skótalívið.

Her fingu næmingarnir rættiliga nógv áhugavert at hoyra. Skótarørslan er sera viðkomandi, tí nógv børn og vaksin í Klaksvík og á Skúlatrøð eru virknir skótar.

Hetta var ein áhugaverd vitjan, har næmingarnir lærdu um skótalívið og upprunan til skótarørsluna. Tað vekir eisini áhuga og eftirgáan, tá ein uttanífrá kemur inn at greiða frá.

Við hesum myndum takkar 1.a fyri vitjanina.