Ull er Føroya gull

30. apríl 2025

Ull er Føroya gull

Vit hava fingið eina áhugaverda frásøgn frá 5.b, sum beint eftir páskir var á Viðareiði til eina forkunnuga framsýning. 

 

"Mentan og umhvørvið er eitt nýtt fak, sum næmingar í 5.flokki á Skúlatrøð hava. Hetta er partur av handaverk og list lærugreinini.

Vanligt er, at tá næmingarnir hava handaverk og list, verða teir bólkaðir í smærri bólkar, men júst í hesum fakinum er tað ein heilur flokkur saman. Hetta er avgjørt, fyri at geva flokkinum felags upplivingar.

Í mentan og umhvørvið verður dentur lagdur á nærumhvørvið, list, útilív og hvussu ymisk viðurskifti í Føroyum eru broytt gjøgnum tíðina.

Beint eftir páskir fór 5.d til Viðareiðis at vitja framsýningina um fuglaveiðu á Viðoynni. Tað er Levi Heinesen, sum stendur fyri framsýningini. Hetta var ein sera áhugaverd framsýning, har vit við myndum, filmsbrotum og einum sera væl frágingnum “setupp” næstan kundu merkja, hvussu tað er at sita í bjørgunum og taka fugl. Føroyingar hava altíð verið djarvir og mangan hevur verið lagt nógv fyri at fara eftir bjargafugli.

Eisini var ein roykstova sett upp til framsýningina, og eisini har kundi ein liva seg inn í, hvussu fólk livdu fyrr í tíðini, og hvat tey fingust við. Tey høvdu ikki Netflix, onga telefon og ikki streym. So hvat gjørdu tey?

Jónleif Johannesen, skúlastjóri, var við á Viðareiði, og hann greiddi frá, hvussu fólkini fyrr í tíðini fingu tíðina at ganga inni í roykstovuni, sum var eitt stórt arbeiðspláss fyri 150 árum síðani. Bóndin í húsinum og konan svóvu í einum kamari, meðan húskallar og arbeiðsgentur svóvu í roykstovuni.

Tá í tíðini høvdu fólk nógvan seyð, og ullin var sera virðismikil. Harav orðatakið “Ull er Føroya gull".

Fyrst varð ullin vaskað, síðani varð hon nappað, tað vil siga, at tað grovasta varð tikið burturav. Tá hetta var gjørt, varð ullin løgd millum tveir karðar, og so settu tey seg at karða, fyri at gera ullina mjúka og klára at spinna. Tá ullin var liðug karað, varð sagt, at nú havi eg gjørt tveir karðar. Ein yvir og ein undir.

Ofta sótu fleiri fólk saman í roykstovuni til hetta arbeiði og fortaldu søgur um trøll og huldufólk. At kvøða var eisini vanligt.

Tá ullin var mjúk, var hon koyrd á snælduna at spinna og upp á rokkin - umaftur og umaftur. Soleiðis byrjaði ein tráður at koma burturúr, sum síðani kundi brúkast at binda við.

Næmingarnir vóru spentir í hesum og sótu og lurtaðu við stórum áhuga eftir tí, sum varð greitt frá.

Hetta er annað árið, at Levi hevur bjóðað til framsýningina, og væntandi fer hann at hava somu framsýning komandi ár, og hon kann viðmælast."

 

Vit takka fyri hesa góðu og áhugaverdu frásøgnina frá 5.b.