Nýggjur faldari um almenna fyribyrging í SSP

13. september 2016

Les nýggja faldaran "Mál og mið - almenn fyribyrging í SSP 2016 – 2017".

Faldaran finnur tú her.

Í orðunum fremst "Fyribyrging er ikki bara bara" sigur SSP ráðgevin Óli Rubeksen m.a., at SSP, eins og ein hvør onnur skipan, hevur tørv á at fylgja við tíðini. Flemming Balvig, professari og granskari innan kriminilogi vísir á, at tørvur er á at endurskoða fyribyrgjandi arbeiðið í SSP. Fyrst og fremst er neyðugt, at øll og allir tættir í samfelagnum eru partur av fyribyrgjandi arbeiðinum.

Hagtøl vísa, at kriminaliteturin minkar. Samstundis hoyra vit og vita, at nógv børn og ung eru einsamøll, hava sálarligt órógv og stríðast við at vera partur av felagsskapinum. Hann mælir til, at SSP gevur sær fær um at síggja heildarstøðuna og menna lívsførleikarnar hjá øllum børnum og ungum. Hansara boð er, at vit, ið arbeiða innan SSP samstarvið, skulu síggja okkum sum konsulentar í vælferð og trivnaði og ikki bara arbeiða við fráveru av kriminaliteti.

Til seinast sigur hann: "Taka vit hesi hyggjuráð til okkum, ber av røttum til at siga, at vit eru á góðari leið."