Bananir í pyamas... nei, tvætl

10. mai 2021

Góði angin rakk langt út í gongina. Komin inn í køkin arbeiddu næmingar í 5. flokki við at gera bananrullukaku. Nøkur skóru bananir, onnur pískaðu og upp aftur onnur kannaðu, um tað í ovninum var klárt. Eisini skuldi sukur leggjast á bakipappír, og ein gekk smílandi og sang Bananir í pyamas.

Hetta gekk heilt væl og kakan smakkaði frálíka væl. So um tú hevur hug at royna at gera banankaku, so er uppskriftin úr bókini Góðaráð hjá Jonhild Henriksen niðanfyri.

Myndir frá tímunum eru her.

Tilar

3 egg
175 g sukur
35 g eplamjøl
1 súpsk. hveitimjøl
1 ½ súpsk. kakao
1 tesk. bakipulvur

Fylla

1/4 rómi
3 bananir

Ger soleiðis

  • Píska eggini og sukrið væl.
  • Sálda mjølið, kakao og bakipulvurið og rør alt væl saman.
  • Legg bakipappír ella smyr og legg matpappír á eina bakaraovnsplátu og smyr deiggið á.
  • Hita ovnin til 200* og baka mitt í ovninum í 8 minuttir.
  • Tá ið kakan er bakað, verður hon vend út á sukurstoytt pappír, og eitt viskustykki verður vundið upp úr heitum vatni og lagt omaná.
  • Píska róman, meðan kakan kólnar.
  • Tak viskustykkið og pappírið av, tá ið kakan er køld, og smyr róman á hana.
  • Sker bananir í flísar  og legg tær á og rulla kakuna væl saman.

Væl gagnist :)