Á seturskúla sunnast í Føroyum

7. mai 2021

Vanligt er, at Valskúlin fer uttanlands á námsferð, tá ið skúlaárið er um at enda, men vegna korona ber hetta í ár sjálvsagt ikki til. Í staðin fóru næmingarnir so langt suður í Føroyum, sum til ber.

Tað var ein frálíkur túrur, har næmingarnir veruliga sluppu at njóta Suðuroynna og tað gestablídni, tey eru so kend fyri har suðuri. Tey húsaðust í snotiligu smáttunum í Vági, har stutt er til alt møguligt stuttligt og spennandi. M.a. varð vitjað í Marghøllini og Pálshøll, á Ruth Smith savninum, og eisini fóru øll til gongu ein ógloymandi túr úr Vági til Fámjins.

Komin til Fámjins varð vitjað í kirkjuni, har greitt varð frá bygdini og søguni um fyrsta Merkið, sum hongur í kirkjuni har. Aftaná varð farið til Froðba, har hugt varð at basaltsoylunum og steðgað varð við standmyndina av Poul F.

Eisini fingu næmingarnir stutta frágreiðing um virksemi hjá Lions Club í snotuliga tarvafjósinum í Froðba.

Seinasta dagin varð siglt við fúkandi ferð vestanfyri oynna við sokallaða Actionboat. Hetta er bátur við tveimum motorum á 350 HK, so talan var meira um at flúgva enn at sigla.

Kvøldini áttu næmingarnir sjálvir, og tey hugnaðu sær óført við pannukøkum, útispølum sum Blikka, og ikki minst í heitum potti og sauna, sum er við smáttunar.

Her eru nakrar myndir frá frálíka túrinum.