Vallærugreinar í komandi 8. flokki - 2021/22

7. mai 2021

Í dag fingu 7. flokkarnir á Skúlatrøð vitjan av næmingunum norðanfyri, sum komandi skúlaár verða næmingar her. Vit ynskja teimum at vera vælkomnar. Høvið var eisini at greiða frá um vallærugreinarnar, sum tey nú skulu velja.

Her er brævið, sum næmingar og foreldur hava fingið.

Góðu næmingar og foreldur í 7. flokki.

Næmingar, sum fara í 8. flokk eftir summarsteðgin, hava nú møguleika at velja vallærugreinar. 

Á tímatalvuni eru 30 felagstímar. Umframt teir 30 felagstímarnar kunnu næmingarnir velja upp til 7 vallærugreinatímar. Hetta ber til at síggja og kunna seg nærri um í tilmeldingarskjalinum í viðfesta leinki. 
 
Valið er frítt og tó: 

Týskt  
Fyri at sleppa á hugbreytini á gymnasialu miðnám skal næmingurin velja týskt og hava tað í 8. og 9.flokki. 
 
Alis-evnafrøði 
Fyri at sleppa á nátturubreyt, tøknibreyt og tilfeingisbroyt skal næmingurin velja alis- og evnafrøði og hava tað í 8. og 9.flokki. 

Fyri at sleppa á yrkismiðnám (handverkaraúrbúgving) verður mælt til, at næmingurin velur alis- og evnafrøði og hevur tað í 8. og 9.flokki. 
 
Tað ber eisini til at velja handaligar lærugreinar, um næmingurin ikki velur týskt. 

Á https://www.les.fo ber tað til at fáa meiri kunning um víðari skúlagongd. 

Tilmeldingarskjalið er at finna HER.
 
Eru spurningar, ber tað til at seta seg í samband við skúlavegleiðararnar ella við leiðsluna. 
 
Vinarliga, 
Tina Purkhús, skúlavegleiðari tlf. +298 228777 
Bergljót Rond, skúlavegleiðari tlf +298 226979 
Leivur Vitalis, deildarleiðari tlf +298 780206