Góð foreldur seta mørk...

5. mai 2021

Mánakvøldið var foreldrafundur á Skúlatrøð fyri foreldur at næmingum í 1. og 2. flokki. Skúlin hevði vitjan av SSP. Ein av faldarunum, sum SSP hevur givið út eitur Sunnir miðlavanar sum vit eru saman um. 

Á fyrstu síðu stendur útsøgn frá næmingi í 5. flokki, sum sigur;

- Góð foreldur seta mørk, so vit vita, hvussu vit skulu bera okkum at, tá ið vit verða vaksin.

Higartil hevur SSP bjóðað foreldrafundin Tryggari á netinum til 4. flokkar, har trivnaður og sosiala lívið á netinum er í miðdeplinum.

Tó hevur tíðin víst, at børn gerast yngri og yngri brúkarar av netinum, og hetta hevur við sær, at SSP nú eisini bjóðar hetta út til byrjanardeild - saman við foreldrafundinum Knýta bond millum foreldrini.

Faldarin Sunnir miðlavanar og góð ráð til foreldur

Tilfar um at knýta bond og skermnýtslu

Arbeiðsgongdin fyri hendan partin hja SSP í 1. og 2. flokki er, at SSP-ráðgevingin kemur út at hitta næmingarnir fyrr um dagin fyri at fáa vitan um teirra fatan av trivnaði, bæði uttan fyri netið og á netinum. Hesa vitan verður síðani borin millum annað fram á felags foreldrafundinum seinni um kvøldið.

Endamálið er at styrkja samstarvið millum foreldrini um, hvussu tey saman kunnu styrkja trivnaðin og felagsskapin í flokkinum, eisini í einum talgildum høpi.

Skúin takkar fyri vitjanina og góða uppmøting. Foreldur lótu væl at foreldrafundinum.

Hvat er SSP?

SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið fáast við børn og ung í Føroyum. 

Heitið SSP er ein stytting fyri høvuðspartarnar í SSP-samstarvinum, sum eru skúli, sosialir myndugleikar og politi. Virkisøkið hjá SSP er øll børn og ung frá 0-18 ár.

Endamálið er at savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung.