SSP á vitjan - hugsið tykkum um!
Í morgun var SSP á vitjan á Skúlatrøð, og hesaferð var tað løgreglan, ið fekk orðið at tosa við 9. flokk. Tosað varð um aldurin hjá næmingunum. Tí, tá ið børn gerast ungdómar, hendir nógv, og nógv nýtt er at taka støðu til.
Millum annað varð tosað um revsilógina. Hvat sigur revsilógin, og hvørjar avleiðingar kann tað hava, um næmingarnir ikki virða revsilógina. Tosað varð um ymisk sløg av harðskapi, um avleiðingar av svartsjúku, um at hótta, um nýtslu av tubbaki, rúsdrekka og rúsandi evnum, hvat neyðtøka er, um keðiligar myndir í umferð, um livandi myndir, og um munin á at hyggja og at senda í umferð.
Eisini varð tosað um bólkatrýst, har mett verður um, hvør er hvør, og hvussu avbjóðandi tað kann vera at standa við sítt t.d. á sosialu miðlunum, og har næmingarnir eru í gerandisdegnum. Her varð tosað um munin á sjálvsáliti og sjálvsvirði.
Spurningurin er, hvat næmingarnir sjálvir kunnu gera. Spurt varð, hvussu næmingarnir kunnu vera við til at fyribyrgja og hava dirvi at siga frá, um okkurt hendir, sum er óheppið ella ólógligt.
Tað hevur stóran týdning, at næmingarnir hugsa um týdningin av at hava reina revsiváttan. Revsiváttan skal ofta vísast fyri at fáa arbeiði. Um revsiváttanin ikki er rein, kann hon gera, at næmingarnir ikki fáa ta útbúgving, tey ynskja, ella ikki sleppa at ferðast til ymisk lond, ið krevja reina revsiváttan fyri at fáa innfaraloyvi.
Hetta var ein áhugaverd løta, har næmingarnir eisini tóku lut. Áheitanin á næmingarnir var: Verið varin og hugsið tykkum um!
Á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum stendur, at SSP er eitt tvørfakligt samstarv millum skúlaverk, sosialar myndugleikar og politi. Hetta eru stovnar og myndugleikar, sum á hvør sín hátt hava serliga ábyrgd fyri trivnaði og uppvøkstri hjá børnum og ungum. SSP-samstarvið er partur av Barnaverndarstovuni.
Endamálið við SSP-samstarvinum er at byggja upp, brúka og røkja faklig netverk, sum hava eina mennandi ávirkan á gerandisdagin hjá børnum og ungum. Við at skipa fyri mennandi og uppbyggjandi átøkum fyri hesar aldursbólkar, verður eisini slóðað fyri einum góðum barna- og ungdómslívi.
Royndirnar frá okkara grannalondum vísa greitt, at við einum slíkum tvørfakligum samstarvi millum myndugleikar, verður úrslitið av tí fyribyrgjandi arbeiðinum munandi betri, og hetta kemur bæði børnunum, teimum ungu og samfelagnum sum heild til góðar.
Virkisøkið hjá SSP-samstarvinum er frá 0-18 ár.