Mær dámar væl at mála og tekna

11. januar 2021

Fossar, fjøll, himmal, skýggj, trø og tað, sum annars er í náttúruni. Tað tímir Angela, sum gongur í 7. flokki, best at mála. Hon teknar eisini.

- Eg fari ofta inn á Pinterest at leita eftir góðum myndum, sum eg kann mála eftir. Har er so øgiliga nógvar myndir at velja í. Onkuntíð máli eg eisini tað, sum eg síggi úti ella inni, har eg eri, men oftast máli eg eftir myndum.

Tá ið jólagávurnar í fjør vóru latnar upp, so var ikki torført at síggja, hvønn áhuga Angela hevur.

- Í ár var eg glað fyri gávurnar við máling og penslum. Mostir, sum er listakvinna, hevði verið og keypt. Hon veit, hvør máling er góð, og hvørja máling, og hvørjar penslar eg burdi brúkt.

- Eg havi altíð tímað væl bæði at tekna og mála, men eg haldi ikki altíð, at eg havi dugað so væl. Tá eg hyggi eftir myndunum, sum eg máli ella tekni eftir, og royni at fáa tað at líkjast, so gongur tað kanska ikki altíð so væl. Onkuntíð máli eg umaftur, og tá kann eg onkuntíð angra tað. Tí so broytist myndin, og eg má aftur arbeiða við at fáa tað soleiðis, so eg verði nøgd – um eg nakrantíð blívi tað, smílist Angela.

Málningar hava ofta nógvar ymiskar litir. Tá er gott at hava skil fyri, hvussu litir verða blandaðir, og hvørjir litir hóska saman.

- Eg havi gingið til máling hjá Mariu Møkøre, sum er listakvinna. Tað var ordliga áhugavert, og har lærdi eg nógv. Har lærdi eg, hvørjir grundlitirnir eru, og hvussu eg kann blanda litir. Gult, reytt og blátt eru grundlitirnir. Svart og hvítt eru kontrastlitir. Úr hesum litunum kann eg fáa allar litir.

Í skúlanum hevur 7. flokkur evning nakar vikur um árið.

- Mær dámar væl evning í skúlanum. Har sleppi eg at mála og læra fleiri ting. Men í gjár skuldu vit brúka pappír og blýant. Vit skuldu seta blýantin niður á pappírið og gera eina langa striku við at ferðast við blýantinum eftir pappírinum. Tað bleiv til eina vella tekning, smílist Angela, ein long strika, sum bleiv til ymisk skap.

- Í evning mála vit eisini. Av tí, at tað er eitt sindur meira roksut at mála enn at tekna, so tekni eg oftari í skúlanum annars. Serliga, tá ið eg eri liðug at gera tað, sum vit skulu gera. So kann eg nýta steðgin at tekna í eitt skrivihefti. Tað dámar mær væl.

- Tá ið eg var lítil hevði eg tekniblokkar, sum eg eigi enn. Har eru nógvar tekningar. Nú havi eg fingið mær eina mappu. Serliga havi eg í seinastuni roynt at tekna andlit, tað er nokkso spennandi. Og at mála andlit er ringt, haldi eg.

- Mínar myndir standa ymsastaðni. Tær hava ikki allar fingið nakað pláss. Eg blívi bara við at mála og tekna. Ikki tí eg skal vísa tær fyri øðrum, men bara tí, at mær dámar at gera tað. Deiligt at hava okkurt at gera, sum mær dámar, so eg fari sikkurt at blíva við at tekna og mála.

Her kanst tú síggja myndir, sum Angela hevur málað.

Um tú hevur hug at lesa um litlæru á donskum, so kanst lesa meira her.